Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 17
v1Ein bøn av Dávidi. Harri, gev rættferð míni gætur, gev rópi mínum ljóð, hoyr mína bøn av falsleysum vørrum!v2Frá tíni ásjón lat koma mín rætt, eygu tíni rættlæti skoða.v3Mítt hjarta tú royndi, tað kannaði á nátt, rannsakaði meg, ei svik í mær tú fanst, ikki leyp yvir seg muður mín.v4Í menniskjunnar gerðum eg havi meg varðað frá valdsmanna gøtum eftir orðinum av tínum munni.v5Fet míni stigu í tíni spor, stig míni snávaðu ikki.v6Eg rópi til tín, tí tú svarar mær, Guð, vend oyra títt til mín og hoyr míni orð.v7Veit mær undurfullu miskunn tína, tú, ið teimum bjargar, ið móti fíggindavoldum søkja skjól hjá høgru hendi tíni.v8Goym tú meg hjá tær sum eygnastein. Fjal tú meg í skugga veingja tínav9fyri teim gudleysu, ið meg leggja í oyði, mínum deyðafíggindum, ið kringseta meg.v10Hjørtu síni teir latið hava aftur, hugmóðs orð teirra muður mælir.v11Nú eru teir uttan um meg, hvar eg so gangi, teirra eygnamið er at stoyta til jarðar.v12Teir líkjast ljóndjóri, ið stundar eftir ráni, ungari leyvu, ið á loynistaði lúrir.v13Statt upp, Harri, stíg móti teimum fram! Lat teir níga til jarðar, sál míni bjargav14við tínum svørði frá vándum, við tíni hond frá monnum, Harri, frá veraldar monnum, sum hava teirra lut her í lívi! Fyll teirra búk av tíni samangoymdu vreiði, lat teirra synir verða mettar við og goyma tað, teir leiva, til børn síni!v15Men eg skal í rættlæti skoða títt andlit, mettast av tíni ásjón, tá ið eg vakni.