|
Sálmarnir 18 v1Til songmeistarans, av tænara Harrans, av Dávidi, sum sang fyri Harranum orðini í hesum songi á tí degi, tá ið Harrin bjargaði honum úr øllum hansara fígginda hondum og úr Sáuls hondum.v2Hann sang: Eg elski teg, Harri, styrki mín.v3Harri, klettur mín, borg mín, høli mítt, Guð mín, vernd mín, har eg fái lívd; skjøldur mín, virki mítt, horn mítt, har eg fái frelsu.v4Lovaður veri Harrin, so ljóðar mítt róp, og frá fíggindum mínum eg bjargist.v5Deyðans boðabrot hava verið íkring meg, undirgangsins íður hava rætt meg.v6Heljarbond vóru um meg spent, deyðans reip komu á meg.v7Í míni trongd eg kalli á Harran, og til Guð mín eg rópi. Frá háborg síni hann hoyrir mína reyst, róp mítt nær fram at hans oyra.v8Tá titraði jørðin og skalv, kykar gingu fjallanna grundir, skakaðust, tí bræði hans brann.v9Roykur stóð honum úr nasum út, oyðandi eldur úr munni hans, frá honum geisaðu logar.v10Himin seig niður, og hann steig oman, bølmyrkur var undir hans fótum.v11Hann reið á kerúbum og fleyg sveimandi á vindanna veingjum.v12Í myrkur hann sveipaði seg inn, runt um í skýtjaldi huldur av dimmum vøtnum og tjúkkum skýggjum.v13Frá ljómanum fyri framman hans ásjón runnu skýggj hans undan, heglingur og logandi brandar.v14Í himni tornaði Harrin, hin hægsti læt rødd sína ljóða.v15Sínar ørvar sendi hann út, spjaddi teir sundur, snarljósini glampa hann læt og ræddi teir.v16Tá kom til sjóndar havsins botnur, og berar gjørdust jarðarríkis grundir fyri hóttum tínum, Harri, fyri tínum vreiðinnar nosi.v17Hann rættir sína hond frá tí høga, meg grípur og dregur meg upp úr miklum vøtnum.v18Hann bjargar mær frá mínum veldigu fíggindum, mínum øvundarmonnum, ið eru mær ov sterkir.v19Teir søkja at mær á mínum óhaps degi, men Harrin er stuðul mín.v20Hann førir meg á víðar ræsur, mær hjálpir, tí til mín hann tokka hevur.v21Harrin ger mær eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína lønir hann mær.v22Tí eg havi hildið mær á Harrans leiðum og ikki gjørt meg sekan fyri Guði mínum.v23Øll boð hans eru mær fyri eygum, boðorð hans eg ei havi frá mær víst,v24ósekur eg havi fyri honum verið, og havi meg varað fyri míni synd.v25Tí lønir mær Harrin eftir rættvísi míni, eftir reinleika handa mína fyri eygum hans.v26Móti góðum tú góður gerst og móti rættiligum rættiligur.v27Móti stórbærum tú stórbærur gerst og móti svikafullum snúðigur.v28Tí eyðmjúkum fólki tú bjargar, men tey stórligu eygu fært tú at líta niður.v29Ja, tú letur lýsa kertu mína, Harrin, mín Guð, mær birtir ljós í myrkri.v30Tí við tíni hjálp bróti eg víggarðar niður, við Guðs míns hjálp geri eg álop á virki.v31Guðs ferð er uttan lýti, orð Harrans er reint og skært. Ein skjøldur er hann teimum øllum, ið til hansara hava lít.v32Ja, hvør er Guð uttan Harrin, hvør er ein klettur uttan vár Guð,v33tann Guð, ið við styrki meg gyrðir og ger beinan mín veg,v34ið gevur mær føtur eins og hindin og gevur mær fótafesti uppi á hæddum,v35ið hond mína venur til víggja, so mínir armar koparbogan spenna.v36Tú mær rættir tín frelsunnar skjøldur, tín høgra hond meg styðjar, tín mildi ger meg sterkan.v37Tú gevur mær rúmd fyri mínum sporum, og ikki eg skinkli í øklum.v38Eg elti mínar fíggindar og taki teir aftur, vendi ikki við, fyrr enn teir eru slignir.v39Eg slái teir niður, so teir ikki reisast aftur, mær til fóta teir falla.v40Til bardaga tú gyrðir meg við styrki, mínar mótstøðumenn nívir tú mær undir føtur.v41Tú letur meg síggja mínar fíggindar á bakið, mínar øvundarmenn eg týni av lívi.v42Teir rópa, men eingin hjálpir, til Harrans, men hann svarar teim ikki.v43Eg smildri teir sum fon fyri vindi, sum skarnið á gøtum eg traðki á teir.v44Tú fríar meg frá fólkanna stríðum, gert meg til høvding at tjóðum. Fólkasløg, eg ei kenni, mær tæna.v45Einans ágiti mítt ger tey mær lýðin; útlendskir fyri mær krúpa.v46Útlendskir koma burtur í einki, koma piprandi út úr skýlum sínum.v47Heilur og sælur Harrin! Signaður klettur mín! Hálovaður frelsunnar Guð mín!v48Tann Guð, ið mær unnar sigur, kúgar fólkasløg mær undir føtur,v49bjargar mær frá fíggindum mínum, tryggjar meg móti teimum, ið mær vilja ann, og veitir mær móti valdsmonnum hjálp.v50Harfyri eg prísi tær, Harri, og lovsyngi navn títt fólkanna millum,v51sum gevur tínum kongi frelsu mikla og vísir miskunn móti hinum salvaða tínum, móti Dávidi og hansara ætt allar ævir. |