|
Sálmarnir 19 v1Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi.v2Himin boðar hátign Guðs, hans handaverk hválvið ger kunn.v3Dagur frá degi orðum mælir, nátt eftir nátt talar fróðskap.v4Uttan orð og uttan talu, uttan at mál hans hoyrist,v5fer boðan hans um alla jørðina út, hans frásøgn til heimsins enda.v6Hann sólini reisti eitt tjald á himni, hon eins og brúðgómur er, ið frá brúðskemmu gongur, seg frøir sum kappin at renna sítt skeið.v7Við himinsins mark er útgangur hennar, til himinsins enda røkkur bogi hennar, fyri glóðhita hennar einki er dult.v8Harrans lóg er uttan lýti, sálina lívgar. Harrans vitnisburður álítandi er, ger einfaldan vísan.v9Harrans ráð eru rætt, gleða hjartað. Harrans boð eru rein, gera eygað bjart.v10Harrans agi er skírur, stendur við allar ævir. Harrans dómar eru sannir, rættvísir allir samlir.v11Teir eru dýrari enn gull og fjølmangir gripir; søtari enn hunangur og søtan, ið úr vakskøkum drýpur.v12Tænari tín fer eisini varliga við teim, at varða um teir gevur stóra løn.v13Hvør kennir síni villunnar brek? Frá duldum meinum reinsa tú meg!v14Eisini tænara tínum móti skammleysum lív tú, ei lat teir á mær fáa valdið, tá syndaleysur eg verði og uttan sekt í teim misbrotum stóru.v15Orðini av mínum munni veri tær til vildar; mín hjartans hugsan komi tær fyri ásjón! Harri, klettur mín, loysnari mín! |