Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 2
v1Hví láta heidnir menn so illa og hava fólk fáfongt í ráði?v2Reisast heimsins kongar, og høvdingar ganga saman í ráð mót Harranum og hinum salvaða hans:v3«Slítum bond teirra og kastum av okkum fjøtur teirra.»v4Hann, sum í himni situr, brosar, Harrin spottar teir.v5So talar hann til teirra í vreiði síni, og í harmi sínum hann ræðir teir:v6«Kosið eg havi mær kong mín á Zion, mínum heilaga fjalli.»v7Greina vil eg frá ráðagerð, Harrin segði við meg: «Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg;v8heit á meg, og eg gevi tær heidningafólk í arv og í ogn jarðarríkið alt.v9Tú skalt sora teir við jarnstong, sum pottamakaraker tú sorla teir skalt.»v10Og nú, varnist tit heimsins kongar, sissist tit jarðarríkis drotnar!v11Tænið Harranum við ótta, fegnist við bivan!v12Heilsið syninum, at hann ei skal ilskast og vegur tykkara bera av leið; tí brátt birtist vreiði hans. Sælir eru allir teir, ið á hann troysta!