Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 20
v1Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi.v2Harrin bønhoyri teg á váðastund, og varðveiti teg Jákups Guðs navn!v3Hann sendi tær frelsu frá halgidómi sínum og komi tær til hjálpar frá Zion!v4Hann minnist á allar offurgávur tínar, og brennioffur títt hann taki fyri fult! Sela.v5Hann veiti tær tað, ið hjarta títt ynskir, og lati eydnast øll tíni ráð!v6So vit mega fegnast um sigur tín og merkinum lyfta í Guðs várs navni! Øll tíni ynski lati Harrin tær gegna!v7Nú veit eg, at Harrin vil frelsa sín salvaða kong og svara honum frá sínum heilaga himli við kraftargerðum av síni frelsandi høgru hond.v8Hinir líta á vagnar, hinir á hestar, men vit líta á Harrans Guðs várs navn.v9Teir komast á knæ og falla, men vit reisast og koma aftur á føtur.v10Harri, veit konginum hjálp! Bønhoyr okkum á tí degi, vit kalla!