|
Sálmarnir 21 v1Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi.v2Kongurin gleðist av mátti tínum, Harri, og frøist stórum av frelsu tíni.v3Hans hjartans trá tú honum hevur givið og ikki sýtt honum bøn av hansara vørrum. Sela.v4Tú kemur honum ímóti við signing av lukku, við gyltari krúnu tú høvur hans prýðir.v5Hann lív av tær bað, tú tað honum gavst, eitt langt dagatal, aldur og ævir allar.v6Mikil er hans heiður av frelsu tíni, dýrd og æru tú honum unti.v7Allar ævir tú honum signing veitti og hugar hann við gleði fyri ásjón tíni.v8Tí kongurin setir sítt álit til Harrans, í náði hins hægsta hann ikki vikast.v9Hond tín skal raka allar fíggindar tínar, tín høgra hond tínar øvundarmenn.v10Tú skalt gera teir eins og ein geisandi ovn, tá títt andlit tú letur til sjóndar. Í síni vreiði man Harrin teir oyða, og eldur man eta teir upp.v11Teirra frukt manst tú týna av foldum, avkomar teirra úr menniskjunnar børnum.v12Tí móti tær høvdu teir ilt í huga, høvdu svik í ráðgerð, men vóru einki mentir.v13Tú letur teir undan flýggja, tínar bogastreingir tú á teirra andlit stillir.v14Reis teg, Harri, í mátti tínum, lat okkum leika og syngja um avreksverk títt! |