Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 23
v1Ein sálmur av Dávidi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.v2Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg.v3Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið.v4Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.
v5Mær borð tú reiðir fyri eygunum á fíggindum mínum. Við smyrsli tú salvar mítt høvur, bikar mítt yvir flýtur.v6Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.