Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 24
v1Av Dávidi; ein sálmur. Foldin er Harrans og fylli hennar, heimurin og tey, ið heimin byggja.v2Tí hann hevur lagt hennar grundvøll í havið, yvir streymum hann hevur hana fest.v3Hvør torir ganga niðan á fjall Harrans, hvør torir standa á hans heilaga staði?v4Sá, ið sakleysar hevur hendur og hjarta reint, ikki hevur vent sínum huga at lygnum og ikki svør svikara eið.v5Hann skal av Harranum fáa signing og rættlæti frá sínum frelsunnar Guði.v6Slík er tann ætt, ið leitar til Harrans og søkir ásjón Jákups Guðs. Sela.v7Hevjið tykkara høvur, borglið! Reisist tit avgomlu portur, at dýrdarinnar kongur kann koma!v8Hvør er hesin dýrdar kongur? Harrin, veldigur og sterkur, Harrin, sterkur í stríðum.v9Hevjið tykkara høvur, borglið! Reisist tit avgomlu portur, at dýrdarinnar kongur kann koma!v10Hvør er hann, hesin dýrdar kongur? Harri herskaranna. Hann er tað, ið er dýrdar kongur. Sela.