|
Sálmarnir 25 v1Av Dávidi. Til tín, Harri, lyfti eg mína sál, Guð mín, eg líti á teg.v2Lat meg ei verða til skammar, lat ei fíggindar mínar fegnast av mær.v3Ei verða teir sviknir, ið bíða tín, men teir trúleysu venda tómhentir aftur.v4Kenn mær, Harri, tínar vegir, kunnar ger mær leiðir tínar.v5Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg, tí tú ert frelsunnar Guð mín, og eftir tær allan dagin eg bíði.v6Minst á, Harri, miskunn tína og tína náði, tí frá fyrndartíðum tær eru.v7Minst ikki ungdómssyndir mínar og míni misbrot, minst til mín eftir náði tíni, fyri góðsku tína, Harri.v8Góður og rættvísur er Harrin, tí hann syndarum vísir rættan vegin.v9Hann eyðmjúkar letur ganga við rætti, hann eyðmjúkar veg sín lærir.v10Allar Harrans leiðir eru kærleiki og trúskapur fyri teimum, ið halda sáttir hans og boð hans.v11Fyri navns tíns sakir, Harri, fyrigev mær mína synd, tí hon er stór.v12Um maður óttast Harran, so vísir hann honum tann veg, hann skal velja.v13Sál hans í sælu skal búgva, og hans eftirmenn skulu fáa landið í ogn.v14Harrin hevur samlag við teir, ið hann óttast, fyri at kunngera teimum sáttarmál síni.v15Eygu míni javnan líta til Harrans, tí hann loysir fót mín úr snerru.v16Vend ásjón tíni til mín og náða meg, tí einsamallur eg eri og eymur.v17Neyðir hjarta mínum níva; hjálp mær út úr mínum trongdum!v18Hygg at eymd míni og møði; fyrigev mær allar syndir mínar!v19Hygg hvussu mangir mínir fíggindar eru, teir hata meg við óðum hatri.v20Varðveit mína sál og bjarga mær; lat meg ei verða til skammar, tí mítt álit er til tín.v21Lat sakloysi og rættlæti meg varða, tí tín eg bíði.v22Loys, Guð, Ísrael út úr øllum tess trongdum! |