|
Sálmarnir 26 v1Av Dávidi. Veit mær rætt, Harri, tí í sakloysi mínum eg fari fram, á Harran eg líti uttan at vikast.v2Royn meg, Harri, og rannsaka meg, kanna míni nýru og hjarta mítt.v3Tí náði tín er mær fyri eygum, í trúfesti tíni eg gangi.v4Eg ei millum lygnara sessist, eg svikara millum ei ferðist;v5vándra manna fund eg hati, blant gudleysar eg ei havi sæti.v6Eg hendur mínar í reinleika tvái, at eg má reika um altar títt, Harri,v7til tess at lata lovsongin ljóða og boða um allar undurgerðir tínar.v8Harri, skýlið í tínum húsi eg elski, tann stað, har sum hátign tín býr!v9Rykk ikki sál mína við syndarum burt, lív mítt við blóðsekum monnum,v10hvørjum í hondum er níðingsverk, høgra hondin av mutri er full.v11Men eg í sakloysi mínum man ganga, bjarga mær og meg náða!v12Mín fótur stendur á slættum, í samkomum eg vil tær lova, Harri. |