|
Sálmarnir 27 v1Av Dávidi. Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?v2Tá ið níðingar at mær nærkast fyri at eta mítt kjøt, so eru tað fíggindar mínir og øvundarmenn, ið sjálvir snáva og falla.v3Tá ið herlið at mær søkja, ikki hjarta mítt óttast; tá ið ófriður móti mær rísur, eg havi tó gott troyst.v4Eittans eg havi biðið Harran um, eina hetta stundi eg á: at eg má búgva í Harrans húsi allar mínar lívsins dagar, fyri ástríki Harrans at skoða og grunda í templi hans.v5Tí hann meg goymir í sínum høli á mínum vanlukku degi, meg fjalir í skjóli í sínum tjaldi, tá ið neyðin gerst mær ov stór.v6Tí er hátt mítt høvur borið yvir fíggindum mínum, ið eru íkring meg. Eg vil ofra í tjaldi hans fagnaðaroffur, eg vil syngja fyri Harranum og leika.v7Hoyr, Harri, mítt kallandi ljóð, náða meg og gev mær andsvar!v8Mítt hjarta talar til tín: «Søkið ásjón mína!» Harri, eg søki tína ásjón.v9Fjal ei fyri mær ásjón tína, rek ei í vreiði tín tænara frá tær, tú hevur verið mín hjálp!v10Koyr meg ei burtur og far ikki frá mær, frelsunnar Guð mín! Faðir mín og móðir fóru mær frá, men Harrin tók meg at sær.v11Kunnan ger mær, Harri, veg tín, leið meg eftir slættum gøtum fyri mína fígginda sakir!v12Gev meg ikki upp, Harri, í grimd fígginda mína, tí lygivitni móti mær reisast og níðingar grimmir.v13Ja, um eg ei fast leit á at fáa Harrans náði at sjá í lívsins landi –!v14Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða! |