Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 29
v1Ein sálmur av Dávidi. Gevið Harranum, tit synir Guðs, gevið Harranum heiður og lov!v2Gevið Harranum navns hans heiður, í heilagum skrúði fallið honum til kníggja!v3Hoyrið rødd Harrans yvir vøtnum, dýrdarinnar Guð, Harrin tornar yvir veldigum vøtnum!v4Hoyrið rødd Harrans í veldi! Hoyrið rødd Harrans í dýrd!v5Hoyrið rødd Harrans, tá hann sedristrø smildrar, Harrin smildrar Libanons sedristrø.v6Hann fær Libanon at spæla sum ein kálv, Sirjon eins og villoksa ungan!v7Hoyrið rødd Harrans, tá hann klývur eldin í logar!v8Hoyrið rødd Harrans, tá hann fær oyðimørkina at skelva, Harrin fær oyðimørkina Kádesj at skelva!v9Hoyrið rødd Harrans, tá hann hindirnar lambskotnar ger, og hann ger bart í skógum –! Og í halgidómi hans sigur alt: «Æra!»v10Harrin sat í hásæti yvir flóðini miklu, Harrin situr sum kongur allar ævir!v11Harrin vil veita sínum fólki vernd, Harrin vil signa sítt fólk við friði.