Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 3
v1Ein sálmur av Dávidi, tá ið hann flýddi undan syni sínum Absaloni.v2Harri, hvør mangir eru fíggindar mínir, mangir at mær søkja!v3Fjølmangir siga um mína sál: «Fyri honum er ei bjarging hjá Guði.» Sela.v4Men tú, Harri, ert mær skjól og skjøldur, mín heiður og hann, ið høvur mítt lyftir hátt!v5Tá ið eg kalli á Harran, svarar hann mær frá heiliga fjalli sínum. Sela.v6Til hvílu eg legði meg, sovnaði og vaknaði, tí Harrin er lívd mín.v7Ei eg óttist ta yðjandi mannanøgd, ið heldur á meg úr øllum ættum.v8Rís, Harri, hjálp mær, Guð mín, tí øllum fíggindum mínum tú høgg á kinn hevur givið, og tenn í teim gudleysu brotið!v9Hjá Harranum er frelsa, yvir tínum fólki signing tín veri! Sela.