Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 30
v1Ein sálmur; ein songur til vígslu av templinum; av Dávidi.v2Eg lovi tær, Harri, tí tú bjargaði mær og lætst ikki gleðast fíggindar mínar av mær.v3Harri, Guð mín, eg rópaði til tín, og tú grøddi meg.v4Harri, tú sál mína dróst úr helheimi upp, tú meg vakti til lívs frá teim, í grøv fóru niður!v5Syngið Harranum lov, tit heilagu hans, prísið hans heilaga minni!v6Eitt eygnabragd varir hans vreiði, eina lívsævi náði hans. Á kvøldi kemur grátur at gista, men á morgni fagnaðarróp.v7Eg hugsaði við sjálvum mær í míni trygd: «Um ævir eg ei skal vikast.»v8Harri, í miskunn tíni hevði tú klett mín fastan gjørt; tú fjaldi andlit títt, og eg varð ræddur.v9Til tín eg rópaði, Harri, til Harrans eg bønliga bønir bað:v10«Hvat er gagn í mínum blóði, at eg fari niður í grøv? Kann væl dism tær prísa, boða um trúfesti tína?v11Hoyr meg, Harri, og miskunna mær, Harri, mær hjálpari ver!v12Tá mína sorg tú til gleðidans vendi, lætst meg úr mínum sorgarbúna og klæddi meg í gleði,v13at sál mín skal syngja tær lov og onga tíð tagna; Harri, mín Guð, allar ævir eg vil tær lova!