|
Sálmarnir 32 Av Dávidi; ein maskil. v1Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað.v2Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar, og í hvørs anda ikki eru svik.v3Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag;v4tí tungt lá á mær hond tín bæði nátt og dag. Mín lívsalvi tornaði upp sum í brennandi summarhita. Sela.v5Tá segði eg tær mína synd og duldi ei misbrot míni. Eg segði: «Fyri Harranum eg vil kennast við misgerðir mínar;» og tú, tú fyrigavst mær syndasekt mína. Sela.v6Harfyri allir gudsdýrkarar eiga at biðja til tín ta stund, tú ert at finna. Um vatnflóðir miklar koma, hjá teimum skulu tær ei bera við.v7Tú skjól mær ert, tú úr vanda mær bjargar, íkring meg tú letur ljóða frelsunnar fagnaðarróp. Sela.v8Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær.v9Verið ikki eins og ross og múldjór, ið einki hava vit; teirra prýði er teymur og boygsl, sum tú temur tey við, annars koma tey tær ikki nær.v10Mangar eru kvalir tær, ið ráma gudleysan mann; men tann, ið á Harran lítur, verður krýndur av honum við miskunn.v11Gleðist um Harran og fegnist, rættvísu menn! Syngið av gleði, allir, ið rættsintir eru! |