Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 35
Av Dávidi.
v1Set, Harri, at teimum, ið seta at mær; gakk í stríð móti teimum, ið stríða móti mær!v2Tak skjøld og verju tína, reis teg og kom mær til hjálpar.v3Búgv teg við spjóti og øksi móti teimum, ið herja á meg! Sig tú við mína sál: «Eg eri frelsa tín!»v4Lat teir verða skemdar og snópnar, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir undan víkja og verða til skammar, ið móti mær hava ilt í ráði!v5Lat teir verða eins og agnar fyri vindi, og eingil Harrans teir raki!v6Lat gøtu teirra verða myrkur og hálkur, og eingil Harrans teir elti!v7Tí uttan orsøk teir loyndargørn hava fyri meg sett, uttan orsøk teir grøv fyri míni sál hava grivið.v8Lat undirgangin koma á teir óvart, lat garnið, teir hava loynt, teir sjálvar hefta, lat teir falla í grøv teirra egnu.v9Men mín sál skal í Harranum fegnast, gleðast um frelsu hans.v10Allir mínir liðir skulu siga: Harri, hvør er javnlíki tín, tú, ið armingan frelsir frá yvirmanni hans, og frá valdsmanni ein eyman og arman.
v11Lygivitni stíga fram, fregnast eftir tí, sum eg ikki veit.v12Teir mær gott við illum løna; so eina mín sál seg kennir.v13Men tó eg klæddist í sorgarklæði, tá ið teir sjúkir vóru, svølti meg sjálvan við føstuhald, og bað við høvdi mót bringu.v14Syrgin eg gekk, sum var tað vinur mín, sum var tað bróðir mín; tungur og sorgarklæddur sum ein, ið móður syrgir.v15Men nú, tá ið snávan mær sjálvum berst á, nú gleðast teir og tyrpast í flokk; teir móti mær flykkjast og baktala meg, uttan at av nøkrum eg veit.v16Uttan íhald teir meg háða, við hánarorðum díkja meg undir og bíta á kampi ímóti mær.v17Harri, hvør leingi vilt tú líta at? Sál míni bjarga frá herverki teirra, mínum einasta frá ungum leyvum!v18Og eg vil tær prísa í stórari samkomu, í mannfjøld eg vil tær lova!
v19Lat teir, ið fyri onga søk eru fíggindar mínir, ei halda gaman at mær! Lat teir, ið fyri onga søk eru hatarar mínir, ei meinfýsnar blunka við eygum!v20Tí ei frið teir tala, og móti teim spakføru í landinum teir falsmælis orð hugsa upp.v21Teir móti mær gapa við víðopnum munni, teir siga: «Há, há, við egnum eygum hava vit tað sæð!»v22Tú, Harri, hevur jú sæð tað, ei tigandi ver! Halt teg, Harri, ei langt burtur frá mær!v23Vakna, rís upp og fá mær rætt! Guð mín, Harri mín, stríð fyri míni sak!v24Døm meg eftir rættferð míni, Harri, Guð mín! Lat teir ei gleðast av mær!v25Lat teir ei siga í hjørtum teirra: «Há, vit fingu tað, okkum lysti!» Lat teir ei siga: «Vit hava hann slúkað!»v26Skomm og skemd veri øllum teimum, ið gleðast um vanlukku mína. Í spott og vanvirði lat teir sveipast, ið móti mær stórligir gerast.v27Men lat teir vera fegnar og glaðar, ið unna mær mín rætt! Lat teir altíð siga: «Hálovaður Harrin veri, ið unnar sínum tænara vælferð!»v28Og mín tunga skal boða rættvísi tína, allan dagin títt prís!