|
Sálmarnir 36 v1Til songmeistarans, av Harrans tænara Dávidi.v2Syndarinnar tala til hins gudleysa mælir í hjartans dýpi hans; ei er ótti fyri Guði í hans tonkum.v3Hann uggar seg við teirri vón at vera fjaldur og uttan revsing.v4Orð muns hans eru svik og fals; hann hevur hildið uppat at fara við hógv, at gera gott.v5Um órætt hann hugsar, meðan hann hvílir á legu, hann gongur ta gøtu, ið ikki er góð, tí illa hann ikki havnar.v6Harri, sum himinin er miskunn tín há, trúfesti tín røkkur til skýggja!v7Sum Guðs fjøll er rættvísi tín, dómar tínir sum havdýpið mikla! Menniskjur og djór tú frelsir, Harri!v8Hvør dýrmæt er, Guð, tín miskunn! Undir skugga veingja tína søkja mannabørnini skjól!v9Av fitini í húsi tínum tey verða mett, tú teim gevur at drekka úr tínum yndisløkum;v10tí hjá tær er lívsins kelda, í tínum ljósi vær skoðum ljós!v11Lat miskunn tína vara við fyri teimum, teg kenna; rættvísi tína fyri teimum, ið eru falsleys í hjarta.v12Lat ei hugmóðs fót meg traðka niður, ei hond teirra gudleysu meg reka burt!v13Sí, illgerðarmenninir falnir eru, eru slignir til jarðar og reisast ei aftur meir! |