|
Sálmarnir 38 v1Ein sálmur av Dávidi; til minnisofrið.v2Harri, revsa meg ei í vreiði tíni, aga meg ei í ilsku tíni;v3tí ørvar tínar hava meg rakt, tungt liggur hond tín á mær!v4Í mínum holdi er einki heilt fyri vreiði tínar sakir; í mínum beinum er einki frískt fyri synda mína sakir;v5tí misgerðir mínar ganga mær yvir høvdið, tyngja meg sum ein byrði, eg ei orki at bera;v6míni sár tey rotna og dampa vegna dárskapar míns.v7Bogin eg eri, heilt samankropnaður, hvønn dag eg í sorgarklæðum gangi;v8tí mínar lendar eru av skruvum fullar, í mínum holdi er einki heilt.v9Eg avmaktaður eri, heilt sundursorlaður, eg skríggi av míni hjartans stynjan.v10Harri, tú kennir alla mína trá, mín stynjan er ikki fjald fyri tær.v11Mítt hjarta slær hart, mín kraft er farin, sjálvt ljósið í mínum eygum eg havi mist.v12Vinir mínir og frændur halda seg frá míni sótt; mínir næstingar langt burtur standa.v13Teir, ið vilja deyða mín, leggja fyri meg snerrur; teir, ið ætla mín undirgang, um ólukku tala; allan dagin teir um ilskuráð hugsa.v14Og eg eri sum ein deyvur, ið einki hoyrir, sum ein málleysur, ið ikki letur munnin upp.v15Eg eri vorðin eins og maður, ið ikki hoyrir, og hvørs muður ikki gevur svar.v16Tí til tín, Harri, stendur mín vón, tú vilt mær andsvar veita, Harri mín, Guð mín;v17tí eg sigi: «Lat teir ikki gleðast um meg, ei sær halda at gaman, tá mín fótur snávar!»v18Tí eg nærkomin eri til fals, aldri mín sársaki mær gongur úr huga!v19Tí mína synd eg sanni, og yvir míni misbrot eg syrgi.v20Teir mannsterkir eru, ið uttan orsøk eru fíggindar mínir, teir mangir eru, ið fyri onga søk meg hata,v21ið gjalda mær ilt fyri gott, standa mær ímót, aftur fyri at eg stundi á gott.v22Far ikki frá mær, Harri, mín Guð, halt teg ikki langt burtur frá mær!v23Skunda tær mær til hjálpar, Harri, frelsa mín! |