|
Sálmarnir 4 v1Til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur av Dávidi.v2Svara mær, tá eg kalli, rættvísis Guð mín! Í trongd vanst tú mær rúmd, so náða meg og hoyr mína bøn!v3Tit menn, hvussu leingi skal heiður mín vera til háð, tit elska fáfongd, fara eftir lygnum? Sela.v4Tit munnu spyrja, at Harrin undurfult fer við tænara sínum; Harrin hoyrir, tá ið eg á hann kalli.v5Harmist, men syndið ikki! Talið í hjørtum tykkara á tykkara legum og verið tigandi! Sela.v6Ofrið rættvísis offur og setið tykkara álit til Harrans!v7Mangir eru teir, ið siga: Hvør vil lata okkum skoða lukku? Lyft yvir okkum, Harri, andlits ljós títt!v8Mær í hjarta tú gleði hevur givið, størri enn teirra, tá tey í yvirflóð hava korn og vín.v9Í friði eg vil bæði leggjast og sovna, tí tú, Harri, meg letur búgva í trygdum, í einingi. |