Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 40
v1Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi.v2Eftir Harranum eg havi trúliga bíðað, og hann seg boygdi til mín og hoyrdi mítt róp.v3Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet.v4Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum; mangir tað sóu, fullir av ótta, og fingu álit til Harrans.v5Sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans, og ei sær vendir til teirra, ið hava ólæti fyri, og til teirra, ið fara eftir lygnum.v6Harri, mín Guð, mong hevur tú tíni undurverk gjørt, og mong tíni ráð móti okkum, eingin er javnlíki tín; vil eg frá greina og um tey tala, tá eru tey ov mong at telja.v7Á skurðofrum og mjølofrum tú ongan hevur hug – tú hevur givið mær opin oyru – brennioffur og syndoffur ikki tú krevur.v8Tá eg segði: «Sí, eg komi, í bókabólki fyri mær stendur skrivað;v9at gera vilja tín, mín Guð, til tess er hugur mín, tín lóg er mær inst í hjarta.»v10Gleðiboðskapin um rættvísi tína eg í stórari samkomu bar boð um. Sí, mínar varrar eg ikki læt aftur, tú, o Harri, tað veitst.v11Rættvísi tína ei eg loyndi í hjarta mínum inni, trúfesti tína og frelsu eg havi kunngjørt. Í teirri samkomu stóru ikki eg duldi sannleika tín og náði tína.v12So fjali tú, Harri, ei heldur fyri mær miskunn tína, náði tín og sannleiki tín allar tíðir meg varði!v13Tí ólukkur, ið ikki tal er á, seg rundan um meg ringja, misgerðir mínar hava mær náað, so eg fái ikki hugt, tær fleir eru enn hárini á mínum høvdi, hjarta mítt mær bilar.v14Harri, lat tað væl tær líka mær at bjarga! Harri, skunda tær mær til hjálpar!v15Lat skomm og skemd henda teimum øllum somlum, ið mær eftir lívinum standa, til tess tað at týna! Lat teir undan víkja og fyri háðum verða, sum í ólukku míni hava fragd.v16Lat ræðslu koma á teir fyri skemdarverk teirra, teir, ið siga við meg: «Há! Há!»v17Lat teir fegnast og gleðast í tær, allar, ið søkja til tín! Lat teir, ið elska frelsu tína, allar tíðir siga: «Hálovaður Harrin veri!»v18Eg eri armur og eymur, men Harrin umsorgan fyri mær hevur. Tú ert mín hjálp og mín frelsa, Guð mín, ikki tú dvølji!