Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 41
v1Til songmeistarans; ein sálmur av Dávidi.v2Sælur er maður, ið hugsan fyri neyðstøddum hevur, á neyðardegi Harrin honum hjálpir.v3Harrin varðveitir hann og bjargar hans lívi, at hann má liva við lukku í landinum; hann gevur hann ikki hans fíggindum upp í hendur.v4Á sóttarsong Harrin hann styðjar, hans legu hann lættir undir sjúkum hans.v5Eg segði: «Harri, meg náða! Grøð mína sál, tí móti tær eg havi syndað!»v6Mínir fíggindar ynskja ilt yvir meg: «Man ikki skjótt hann doyggja og navn hans fara!»v7Um einhvør meg kemur at finna, er hann falskur í orðum, hans hjarta sankar saman illar tankar, hann út aftur fer og sigur frá teimum.v8Allir mínir øvundarmenn um meg saman teska, ilt teir ímóti mær hava í ráði:v9«Ein helsótt hevur hann søkt, hann, ið har liggur, skal ikki reisa seg aftur.»v10Sjálvt vinmaður mín, sum eg álit hevði á, sum hevur etið av mínum breyði, hann lyftir upp hælin móti mær.v11Men tú, Harri, náða meg og reis meg aftur, at eg kann løna teimum tað aftur!v12Av hesum veit eg, at tú góðsku til mín hevur, at fíggindi mín ikki seg frøir um meg.v13Fyri sakloysi mítt tú heldur mær uppi, letur meg standa fyri ásjón tíni allar ævir.v14Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Amen, amen!