Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 42
v1Til songmeistarans; ein maskil; av Kora sonum.
v2Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð!v3Sál mín tystir eftir Guði, eftir tí livandi Guði. Nær skal eg koma og skoða Guðs ásjón?v4Mín grátur er vorðin føði mín um dagar og nætur, tí at teir allan dagin við meg siga: «Hvar er Guð tín?»v5Tá ið eg hugsi um tað, má eg oysa út mína sál av sorg, hvussu eg gekk í mannatrongd á ferðum til Guðs hús við gleði og fagnaðarsongi, við miklum hátíðarrómi.v6Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði.
v7Mín sál er stúrin, mín Guð, tí kemur mær teg í huga burturi frá Jórdans landi og Hermon, frá Mizars fjalli.v8Vatnflóð rópar til vatnflóð við duni av fossum tínum. Allir tínir sjógvar og aldur bróta inn yvir meg.v9Á degi sendir Harrin miskunn sína, á nátt er hans songur hjá mær, ein bøn til lívs míns Guðs.v10Við Guð, mín klett, eg má siga: «Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?»v11Sum eitur í beinum mínum er háðin av fíggindum mínum, tá teir allan dagin við meg siga: «Hvar er Guð tín?»v12Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði.