Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 44
v1Til songmeistarans; av Kora sonum; ein maskil.v2Guð, við várum oyrum vit hava tað hoyrt, várir fedrar hava okkum frá tí sagt, frá tí verki, tú gjørdi á døgum teirra,v3í fornum tíðum. Við tíni hond tú sleitst heiðin fólk burtur, og teir plantaði tú, tú oyddi út tjóðir, og teir lætst tú nørast.v4Tí ikki við sínum svørði teir landið vunnu, teirra armar ikki góvu teimum sigur; men høgra hond tín tað var og armur tín, og andlits tíns ljós, tí til teirra tú yndi hevði.v5Eina tú ert kongur mín, o Guð, ið sendir út frelsu fyri Jákup.v6Við tíni hjálp vit várar fíggindar fella, við tínum navni vit várar mótstøðumenn traðka.v7Tí á boga mín eg ikki líti, svørð mítt ikki gevur mær sigur.v8Men tað er tú, ið hjálpir okkum móti fíggindum várum, ið ger hatarar várar til skammar.v9Vit prísa tær, Guð, tann heila dag, tínum navni vit lova allar ævir! Sela.v10Og tó tú hevur rikið okkum burtur við skommum, ikki tú fylgir út við herum várum.v11Undan fíggindanum tú letur okkum víkja, várir hatarar herfong sær savna.v12Tú letur okkum verða tiknar sum seyð í skurð, millum heiðin fólk tú hevur spjatt okkum sundur.v13Tú hevur selt títt fólk fyri gávuvirði, ikki tú hevur sett tað høgt í mæti.v14Tú gert okkum til háð fyri gronnum várum, til spott og spæ fyri teimum, sum íkring okkum búgva.v15Tú gert okkum til eitt orðtak heidninganna millum, tey rista høvdið at okkum fólkanna millum.v16Allan dagin er mín skomm mær fyri eygum, eg blúgvist og má fjala mítt andlitv17fyri røddini av spottarum og hádingsmonnum, fyri sjóndini av fíggindum og øvundarmonnum.v18Alt hetta er okkum hent, tó at vit ikki hava teg gloymt og ikki hava tín sáttmála svikið.v19Várt hjartað hevur ei vikið tær frá, vár spor hava ei slept tínum vegi.v20Og tó hevur tú okkum sundrað, har sjákálar búgva, og á okkum deyðans skuggar breitt.v21Um vit Guðs navn høvdu gloymt og rætt hendurnar fram móti fremmandum gudi,v22mundi Guð tá ei fingið tílíkt uppspurt, hann loyndómar hjartans jú kennir.v23Nei, fyri tínar sakir vit á hvørjum degi verða dripnir, verða mettir javnt við seyð til skurðar.v24Vakna! Hví svevur tú, Harri? Vak upp! Koyr okkum ei burtur med alla!v25Hví fjalir tú andlit títt og gloymir neyð vára og trongd?v26Vár sál er boygd til moldar, vár kroppur er nívdur til jarðar!v27Statt upp og kom okkum til hjálpar! Loys okkum fyri miskunn tína!