|
Sálmarnir 45 v1Til songmeistarans; til liljurnar; av Kora sonum; ein maskil; ein songur um kærleika.v2Hjarta mítt flýtur av yndisorðum; fyri konginum eg kvæði mítt flyti fram, tunga mín er sum fjøður hjá snarhentum skrivara. v3Fagrastur ert tú av mannabørnum, yndi streymar um varrar tínar! Tí hevur Guð um ævir teg signað.v4Gyrð teg, kappi, við tínum svørði um lendar, við hátign tíni og dýrd!v5Og far út í stórlæti tínum, stíg á hervagn tín fyri sannleiks og rættferðar sakir! Og øgilig stórverk skal høgra hond tín teg læra.v6Ørvar tínar hvestar eru, fólkasløg tær til fóta falla, kongsins fíggindum hjartað bilar.v7Um allar ævir skal stólur tín standa, rættvísisstavur er tín kongastavur!v8Rætt tú elskar, og órætt tú hatar; tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðismyrsli fram um felagar tínar!v9Av myrru og aloe og kassia anga øll klæði tíni. Frá fílabeinshøllum gleða teg streingjaleikir.v10Kongadøtur eru millum kostir tínar. Kongabrúðurin stendur við tína høgru hond, skrýdd í gulli frá Ofir. v11Lýð á, dóttir, og gev mær ljóð! Gloym fólk títt og faðirs tíns hús,v12at kongurin má tín vakurleika unna; tí hann er harri tín, honum veri tú holl!v13Og Týrusar dóttir man koma við gávum, og fólksins ríkmenn vilja søkja títt yndi.v14Skreyt er kongadóttirin øll, sum hon er, í perlum og gulli hennar klæði glæsa.v15Í skartabúna hon verður kongi leidd, moyggjar henni fylgja; vinkonur hennar koma til tín,v16verða leiddar við gleði og gleim, inn í kongsins borg tær trína. |