Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 46
v1Til songmeistarans; av Kora sonum, til alamot; ein sálmur.v2Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.v3Tí óttast vit ei, um so jørðin verður umskift, um so fjøllini ryðja í havdýpið oman,v4um so havaldan sjóðar og brýtur, og bergið í ódnini skelvur. Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela.v5Ein á og hennar løkir gleða Guðs stað, hin heilaga stað, har hin hægsti hevur búgv.v6Guð er í miðjum staði, so hann ikki skal vikast, tá ið lýsir av morgni, veitir Guð honum hjálp.v7Fólkini leikaðu í, ríkini góvu seg, rødd hansara ljóðaði, jørðin gekk kyk.v8Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela.v9Komið og síggið stórverk Harrans, tær undurgerðir, hann innir á jørð!v10Hann fær kríggið at halda í, so langt jørðin gongur, bogan hann brýtur, hann ørvarnar støkkir av, skildirnar kolar hann upp!v11«Latið av og sannið, at eg eri Guð, hátt hevjaður fólkanna millum, hátt hevjaður á jørð!»v12Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela.