|
|
Sálmarnir 47 v1Til songmeistarans; av Kora sonum; ein sálmur. v2Klappið øll fólkasløg lov í lógva! Latið fagnaðarróp ljóða fyri Guði!v3Tí høgur er Harrin, øgiligur, ein veldigur kongur yvir allari jørð.v4Hann fólkasløg leggur undir okkum, tjóðir hann kúgar okkum undir fót.v5Hann okkum velur arvalut váran, dýrdargrip Jákups, sum hann elskar. Sela.v6Upp fór Guð undir gleðirópum, Harrin undir ljóði av lúðrum.v7Syngið fyri Guði, syngið! Syngið fyri kongi várum, syngið!v8Tí kongur yvir øllum heimi er Guð, syngið hátíðarsong!v9Kongur yvir øllum fólkum er Guð, á sín heilaga kongastól Guð seg hevur sett.v10Fólkanna høvdingar ganga saman í felag við tí fólki, sum stendur undir Ábrahams Guði. Tí allir skildir á jørð hoyra Guði til, hann hátt hevjaður er! |