Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 48
v1Ein songur, ein sálmur; av Kora sonum.
v2Mikil Harrin og hálovaður er. Í Guðs várs staði hans heilaga fjallv3so yndisliga rísur, øllum heimi ein gleði. Zions fjall ytst móti norðri er veldisdrottins staður.v4Vár Guð í tess borgum er kendur sum tann dygga vernd.v5Tí sí, kongar løgdu saman ráð, hildu í felagi higar.v6Teir litu upp, men dátt varð teimum við, ræddir teir rýmdu.v7Har ræðslan teimum gekk eins og verkir á konu í barnsneyð.v8Við stormi av eystri hevur skip úr Tarsis tú brotið.v9Sum vit hava hoyrt frá tí sagt, soleiðis vit hava tað sæð í staði Harrans herskaranna, í Guðs várs staði. Guð letur hann standa í trygdum allar ævir. Sela.v10Vit hugsa, Guð, um náði tína í miðjum templi tínum.v11Sum navn títt, Guð, so røkki lovgerð tín til allar heimsins endar! Av rættvísi er tín høgra hond full.v12Gleðist Zions fjall, frøast Júda døtur yvir rættferðar dómar tínar!v13Gangið rundan um Zion, farið íkring tað! Teljið tornini hará!v14Gevið far um tess virki! Kannið gjølla tess glæstriborgir! At tit kunnu siga harfrá fyri komandi slektum!v15Tí her er Guð, vár Guð allan aldur og ævir. Um ævir hann vil okkum leiða.