|
Sálmarnir 49 v1Til songmeistarans; av Kora sonum; ein sálmur.v2Hoyrið hetta, allar tjóðir! Lýðið á, allir, ið heimin byggja,v3bæði lágir og háir, bæði ríkir og armir!v4Muður mín vísdóm mælir, míns hjartans hugsan er vitska.v5Til orðtøk eg vendi mítt oyra, við hørpuljóði eg mína gátu ráði. v6Hví skal eg óttast í vándum døgum, tá illskapur fígginda mína umringar meg,v7teir, ið líta á ríkidømi sítt og rósa sær av sínum stóru ognum?v8Maður kann ikki keypa bróður leysan og ikki geva loysigjald fyri hann hjá Guðiv9– ov dýr er útloysingin av sálum teirra, og hann letur tað vera med alla –v10til tess at hann skuldi liva allar ævir og ikki fáa grøvina at síggja.v11Nei, hann fær hana at síggja. Vísmenn doyggja, dárar og fákunnigir farast allir samlir og lata sínar ognir eftir seg til aðrar.v12Teirra gravir verða heimbýli teirra, bústaðir teirra ætt eftir ætt, teir, ið kallaðu jarðir við nøvnum sínum.v13Menniskjan í hennar mæti stendur ei við, hon verður djóra líki, ið fara til grundar.v14Slík er lagna teirra, ið líta á sjálvar seg, og teirra, ið teimum fylgja og teirra orðum játta. Sela.v15Eins og seyðir verða teir riknir í helheim oman, deyðin er hirði teirra. Rættvísir skulu fyri teimum ráða, tá ið morgunin kemur. Skap teirra fúnar burtur, helheimur er bústaður teirra.v16Men Guð skal loysa mína sál út av heljarhondum, tí hann meg til sín skal taka. Sela.v17Óttast tí ei, tá maður gerst ríkur, tá mikil verður dýrdin í húsi hans!v18Tí einki av øllum kann hann taka við sær í deyðan, dýrd hans ikki honum fylgir har oman.v19Um hann á lívi síni lukku lovar: «Tey teg lukkuligan prísa, tí tú góðar hevur dagar,»v20hann má tó fara til sína fedra ætt, sum aldri fær ljósið at skoða.v21Menniskjan í hennar mæti stendur ei við, hon verður djóra líki, ið fara til grundar. |