Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 5
v1Til songmeistarans; til nekilot; ein sálmur av Dávidi.v2Gev orðum mínum ljóð, Harri, gev tráan míni gætur,v3lýð á neyðarróp mítt, kongur mín, Guð mín, tí til tín biði eg!v4Árla hoyri tú, Harri, mína reyst; árla eg leggi tær sak mína fyri og bíði.v5Tí ei ert tú ein Guð, ið gudloysi líkar; vándur fær ei vist hjá tær;v6hugmóðigir tora ei at stíga tær fyri eygu fram. Allar illgerðarmenn tú hatar,v7lygnarar gert tú til einkis; drápsmenn og svíkjarar stendst Harranum við.v8Men av tíni stóru miskunn gangi eg inn í títt hús, í ærufrykt nígi eg niður fyri halgidómi tínum.v9Leið meg, Harri, í rættvísi tíni fyri mína fígginda sakir! Javna fyri mær veg tín!v10Tí sannleiki finst ei í teirra munni, ein avgrund er teirra hjarta, teirra kvørkrar ein opin grøv, sínar tungur gera teir hálar.v11Døm teir sekar, Guð, fyri egnum svikræðum lat teir falla, stoyt teir oman fyri tey stóru misbrot teirra! Tí tær hava teir staðið ímóti,v12at allir, ið líta á teg, mega gleðast, fegnast um allar ævir; varðveit teir, so í tær mega frøast teir, ið elska navn títt.v13Tí hin rættvísa signar tú, Harri, tína miskunn heldur tú sum ein skjøld fyri hann.