Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 50
Ein sálmur av Ásafi.v1Drottin, Guð Harrin talað hevur, kallað á jørð frá sólarrisi til sólarlag.v2Frá Zion, fagurleiks krúnu, ljómaði Guð.v3– Guð vár komi og ikki hann tigi! – Undan honum geisaði eldur, um hann leikaði stormur.v4Hann kallaði á himin í erva og á jørð fyri at døma sítt fólk:v5«Savnið mær dýrkarar mínar, sum sáttmála gjørdu við meg við ofrum!»v6Tá kunngjørdi himinin rættvísi hans, at tað er Guð, ið dómari er. Sela.v7Gev ljóð, fólk mítt, at eg kann tala, Ísrael, at eg kann áminna teg, Guð, tín Guð eri eg.v8Ei fyri offur tíni vil eg teg lasta, brennioffur tíni eru mær javnan fyri eygum.v9Mær tørvar ei oksar av garði tínum, ella havrar úr fjósum tínum.v10Tí míni eru øll villdjór í skógum, alt fæ á teim túsund bjørgum.v11Eg tekki hvønn fugl millum fjalla, alt, ið krykir á fold, er mær fyri eygum.v12Um eg kendi svongd, ikki eg segði tær frá, tí mín er heimur og fylli hans.v13Man eg eta kjøt av tarvum, ella drekki eg blóð av havrum?v14Ofra tú Guði takklæti og lov, og tíni heitstreingi gjald hinum hægsta!v15Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!v16Men til hin gudleysa talaði Guð: Hví roknar tú upp míni boð og hevur sáttmála mín á munni,v17meðan tú hatar aga av mær og orð míni kastar aftur um bak?v18Vinmaður ert tú við tjóvar, við horkallar hevur tú hóslag.v19Munn tín tú loysir til illskap, svik setir tunga tín saman.v20Tú situr og baktalar bróður tín, son móður tínar tú klikkir.v21Alt hetta tú gert, og eg skal tiga, so tú heldur, at eg eri sum tú! Eg vil teg revsa og gera ferð tína bera!v22Gevið hesum gætur, tit, ið gloyma Guð, at eg ei skal ríva sundur, og eingin er, ið bjargar!v23Tann, ið takklæti ofrar, veitir mær æru, og tann, ið heiti síni heldur, lati eg skoða Guðs frelsu.