Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 52
v1Til songmeistarans; ein maskil; av Dávidi;v2tá ið Edómitin Dóeg kom og segði Sáuli frá, at Dávid var farin inn í húsini hjá Áhimeleki.v3Hví reypar tú av tí illa, kappi? Guðs miskunn varar allan dagin.v4Tunga tín elvir til meina, sum brýndur rakiknívur so hvøss, tú, ið leggur upp svikráð!v5Tú elskar tað illa fram fyri tað góða, lygn fram fyri sannleiks talu! Sela.v6Tú elskar hvørt spillandi orð, tú svikafulla tunga!v7Tí vil Guð bróta teg niður med alla, taka teg og draga teg út úr tínum tjaldi, slíta teg upp við rót úr landi teirra livandi! Sela.v8Rættvísir munnu tað síggja og óttast, teir munnu læa at honum og siga:v9«Sí, hetta er tann maðurin, sum ikki hevði Guð til sína vernd; men sum leit á hitt stóra ríkidømi sítt, og helt seg vera sterkan við sín óndskap!»v10Men eg eri eins og eitt oljutræ, ið stendur grønt í Guðs húsi! Guðs miskunn eg líti á um ævir og aldur.v11Eg vil tær lova um allan aldur, tí at tú hevur tað gjørt! Eg vil boða fyri dýrkarum tínum, at navn títt er gott!