|
|
Sálmarnir 54 v1Til songmeistarans, við streingjaleiki;v2ein maskil av Dávidi, tá ið Zifitar komu og søgdu við Sául: «Dávid hevur krógvað seg hjá okkum.»v3Frels meg, Guð, við navni tínum, veit mær rætt við mátti tínum!v4Hoyr, o Guð, tú mína bøn, lýð á orð av munni mínum!v5Tí fremmandir móti mær rísa, valdsmenn mær standa eftir lívi, Guð teir ei hava fyri eygum. Sela.v6Sí, Guð er hjálpari mín, Harrin heldur sál míni uppi!v7Lat óndskapin ráma mínar fíggindar sjálvar, forkom teimum í trúfesti tíni!v8Av góðum huga vil eg bera tær offur, lova tínum navni, at tað er gott, Harri;v9tí at tú hevur mær bjargað úr hvørjari neyð, og mítt eyga lítur í frøi at fíggindum mínum. |