Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 56
v1Til songmeistarans; eftir «hini málleysu dúgvu á fjarlægum staði»; av Dávidi, ein miktam, tá Filistar tóku hann í Gát.
v2Miskunna mær, Guð, tí menniskjur vilja meg slúka, allan dagin treingja meg stríðsmenn;v3allan dagin vilja fíggindar mínir meg slúka, tí mangir móti mær stríða í hugmóð!v4Tann dag, eg óttist, eg líti á teg!v5Við hjálp frá Guði vil eg lova hans orði. Eg líti á Guð, eg vil ikki óttast, hvat kann kjøt mær gera?v6Allan dagin teir venda mínum orðum, øll teirra hugsan er móti mær til tað illa.v7Teir taka seg saman, teir ganga á loynum, teir varða fótspor míni, rætt sum teir vildu mín deyða.v8Vegna illskapar teirra teir skulu ikki sleppa! Guð, í vreiði tíni rinda tú fólkasløg niður!v9Harm mín hevur sjálvur tú talt, tár míni eru goymd í tíni skál og bók.v10Tí skulu fíggindar mínir undan flýggja, tann dag tá eg rópi um hjálp. Tað veit eg av sonnum, at við mær er Guð.v11Við hjálp frá Guði vil eg lova hans orði, hjálptur av Harranum vil eg lova hans orði.v12Eg líti á Guð, eg vil ikki óttast, hvat kann mær menniskja gera?v13Eg lyfti tær skyldi, Guð, við takklæti eg vil tær gjalda.v14Tí sál míni tú hevur bjargað frá deyða og frá meinbogum fóti mínum, at eg fyri ásjón Guðs kann ganga í lívsins ljósi.