Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 57
v1Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam, tá ið hann flýddi undan Sáuli inn í hellið.v2Náða meg, Guð, náða meg, tí sál mín leitar at tær! Eg søki skjól undir skugga veingja tína, til tess at ólukkan er av.v3Eg kalli á Guð, á hin hægsta, á Guð, ið ger væl móti mær!v4Hann vil senda av himni og hjálpa mær og gera til skammar teir, ið meg hata. Sela. Guð vil senda miskunn sína og trúskap.v5Millum leyvur eri eg staddur, millum algoystar menn, tenn teirra eru spjót og ørvar, tungur teirra eru hvassir brandar.v6Reis teg, Guð, í hátign á himni! Um alheimin veri tín dýrd!v7Garn hava teir spent fyri fetum mínum, teirra egni fótur skal verða heftur harí. Grøv hava teir grivið framman fyri mær, teir sjálvir skulu falla harí. Sela.v8Trygt er hjarta mítt, Guð, trygt er hjarta mítt, syngja eg vil og leika.v9Vakna sál mín! Vakna harpa og saltur! Eg morgunroðan vil vekja!v10Fólkanna millum eg vil tær lova, blant fólkasløg eg vil um teg syngja;v11tí til himna upp røkkur tín miskunn, til skýggja trúfesti tín!v12Reis teg, Guð, í hátign á himni! Um alheimin veri tín dýrd!