Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 58
v1Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam.v2Munnu tit, gudar, av sonnum rættin røkja, og døma tit menniskjur við rættvísi?v3Nei, allir gera tit svik á jørðini, hendur tykkara vega órætt sundur.v4Teir gudleysu eru viknir frá longu frá móðurfangi, frá móðurlívi, eru lygnararnir á villari leið.v5Eitur teir hava eins og eitur av ormum, sum hin dumma eiturpadda teir eru, ið doyvir sítt oyrav6fyri ikki at hoyra slangutemjarans rødd, hann, ið er ramur og kønur í gandi.v7Brót, Guð, teirra tenn í munni teirra! Slít, Harri, jakslarnar úr teimum ungu leyvum!v8Lat teir hvørva sum rennandi vatn! Lat teir farast sum følnað gras!v9Lat teir verða sum ein snigil, ið verður til einkis, meðan hann skríður; sum eitt fostur hjá konu, ið ikki er komið av tíð og ikki hevur sólina sæð!v10Áðrenn teirra grýtur nerta við viðaeldin, skal stormurin sópa burtur bæði tað, ið rátt er, og tað, ið brennur.v11Hin rættvísi gleðist, tá ið hann fær hevndina at síggja, hansara føtur í blóði av gudssvikarum vaða.v12Og fólk skulu siga: «Tað finst tó fyri hinum rættvísa frukt, tað eru tó guddómar, ið døma á jørðini!»