Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 59
v1Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam, tá ið Sául sendi menn, ið skulu varða hús hansara fyri at drepa hann.v2Bjarga mær, Guð mín, frá fíggindum mínum, hjálp mær frá mínum øvundarmonnum!v3Frels meg frá teimum, ið órætt gera, og frá drápsmonnum tú mær bjarga!v4Tí sí, eftir lívi mínum teir lúra, grimmir teir móti mær flokkast, uttan sekt ella misbrot av mær, Harri.v5Uttan at eg havi gjørt nakað til sakar, halda teir á meg fúsir til víggja. Vakna, kom til mín og lít tú herá!v6Men tú, Harri, herskaranna drottin, Ísraels Guð, vakna upp til at aga øll heiðin fólk! Várkunna ongum av teim svikafullu níðingum! Sela.v7Um kvøldið koma teir aftur, ýla sum hundar og strúka rundan um staðin.v8Sí, reyp teir hava á munni, hánarorð eru á teirra vørrum, «tí hvør man hoyra?» teir hugsa.v9Men tú, Harrin, at teimum lært, øll heiðin fólk tú spottar.v10Styrki mín, tær vil eg lova, tí Guð er mín borg.v11Guð mín við náði síni mær kemur ímóti, Guð vil lata meg við lyst skoða fíggindar mínar.v12Drep teir ikki, at fólk mítt ikki skal gloyma! Kúga teir við tínum veldi! Rinda teir niður, Harri, vár skjøldur!v13Orð av vørrum teirra eru synd í munni teirra. Lat teir verða heftar í hugmóði sínum og fyri ta bannan og lygn, sum teir tala.v14Forkom teimum í tíni vreiði, forkom teimum, so at teir ei longur eru til! Lat teir sanna, at líka at heimsins enda er Guð tann, ið ræður í Jákupi. Sela.v15Um kvøldið koma teir aftur, ýla sum hundar og strúka rundan um staðin.v16Teir flakka um fyri at leita eftir føði, og verða teir ikki mettir, teir murra.v17Men eg vil syngja um veldi títt, á hvørjum morgni gleðast um náði tína, tí tú ert mær ein borg, mítt álit tann dag eg eri í neyð!v18Styrki mín, um teg vil eg syngja, tí Guð er mín borg, mín miskunnsami Guð!