|
Sálmarnir 6 v1Til songmeistarans; við streingjaleiki; til sjeminit ein sálmur av Dávidi.v2Harri, revsa meg ei í vreiði tíni, aga meg ei í ilsku tíni!v3Náða meg, Harri, tí eg maktist! Grøð meg, Harri, tí bein míni nøtra,v4og sál mín nøtrar so sára! Men tú, Harri, hvør leingi?v5Kom aftur, Harri, og bjarga míni sál, frels meg fyri tínar miskunnar sakir!v6Tí einki er minnið um teg í deyða; hvør syngur tær lov í hel?v7Eg eri troyttur av at stynja; hvørja nátt eg bloyti song mína, væti beðin við tárum mínum.v8Mítt eyga tærist av móði, eldist av øllum fíggindum mínum.v9Víkið frá mær, tit allir illgerðarmenn! Tí Harrin hevur hoyrt grát mín.v10Harrin hevur hoyrt mína eymkan, Harrin tekur við míni bøn.v11Skemdir og ræddir fíggindar mínir allir skulu verða, skulu víkja og verða fyri skommum í bræði. |