Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 60
v1Til songmeistarans, til sjusjanedut, ein miktam av Dávidi til at læra;v2tá ið hann stríddi mót Áram-Náharáim og Áram-Zóba, og Jóab vendi aftur til Edóm og vann Edómitar í Saltdalinum, tólv túsund menn.v3Guð, tú hevur skúgvað okkum burt og okkum brotið! Vreiður tú varðst, vend tær til okkara aftur!v4Tú fekst landið at skelva og at rivna: bøt tú brestirnar, tí at tað riðar!v5Tú fólk títt hevur lagnu latið freista, hevur skonkt okkum óminnisvín!v6Tínum fylgismonnum tú hevur givið eitt merki, at teir kunnu undan bogunum flýggja! Sela.v7Til tess at tínir vinir mega bjargaðir verða, hjálp tú við tíni høgru hond og bønhoyr meg!v8Guð hevur talað í halgidómi sínum: «Í sigursgleði vil eg Sikem býta sundur, Sukkotsdal vil eg skifta.v9Mítt er Gilead, og mítt er Manasse, Efraim er verja fyri høvdi mínum, Júda mín veldisstavur.v10Móab er mín tváttarskál, til Edóm eg skógvar mínar blaki, rópi fagnaðarróp yvir Filistaland!»v11Men hvør skal meg føra til hin fasta stað? Hvør vil meg leiða til Edóm?v12Tú hevur, Guð, jú rikið okkum frá tær, við herum várum tú ikki fylgir út, o Guð!v13Veit tú okkum móti fíggindanum hjálp, bert eitt eiti er mannahjálp!v14Við Guðs hjálp skulu vit stórverk vinna, várar fíggindar hann treður niður í mold!