Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 61
v1Til songmeistarans; við streingjaleiki; av Dávidi.v2Hoyr, o Guð, róp mítt, lýð á bøn mína!v3Frá landsins ytsta enda eg á teg kalli, meðan hjarta mítt maktast; á fjallið, ið mær er ov høgt, tú leiði meg upp!v4Tí at skjól tú mær ert vorðin, eitt fast torn móti fígginda valdi.v5Lova mær at gista í tjaldi tínum med alla og fáa lívd í skugga veingja tína! Sela.v6Tí at tú, Guð, hevur lyfti míni hoyrt, hevur ynskjum teirra játtað, ið óttast navn títt.v7Tú vilt leggja dagar aftur at kongsins døgum, vil lata ár hans vara ætt eftir ætt.v8Hann skal sita allar ævir fyri ásjón Guðs, náði og trúfesti skulu hann varða.v9Tá man eg allar ævir lovsyngja navni tínum, fyri dag eftir dag míni lyfti at evna.