Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 62
v1Til songmeistarans; til jedutun; ein sálmur av Dávidi.v2Bíða í kvirri, sál mín, Guði, frelsa mín kemur frá honum!v3Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast.v4Hvør leingi vilja tit á ein mann halda fyri allir í felagi honum at basa, sum var hann eins og veggur, ið stendur á halli, eins og garður, ið stendur á lopi?v5Teir hugsa bert um at stoyta hann oman, væl teimum lygnir líka; teir signing hava á munni, men bannan er teimum í hjarta. Sela.v6Bíða í kvirri, sál mín, Guði, vón mín kemur frá honum!v7Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast.v8Hjá Guði er hjálp mín og æra mín, mín fasti klettur, mín vernd er Guð.v9Lítið á hann, fólk, á hvørji tíð, oysið út tykkara hjørtu fyri honum, okkum Guð er vernd. Sela.v10Bert ein fáfongd eru menn, bert eitt eiti menniskjunnar børn; á vágskálini fara teir upp, bert tómleiki eru teir allir.v11Lítið ikki á vald, vónið einki av ráni; tekur ríkidømið til, gevið tí ikki gætur!v12Eina ferð med alla Guð hevur talað, tvær ferðir eg havi tað hoyrt, at mátturin er Guðs.v13Ja, hjá tær er náði, Harri, tí at tú lønir hvørjum eftir gerningum hans.