Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 63
v1Ein sálmur av Dávidi, tá ið hann var í Júda oyðimørk.v2Guð, tú ert Guð mín, árla á morgni eg leiti til tín, eftir tær sál mín tystir, eftir tær likam mítt tráar sum eitt turrlendi, ið stunar uttan væti.v3Soleiðis eg í halgidóminum havi eftir tær hugt, til tess mátt tín at skoða og tína dýrd.v4Tí at betri enn lív er náði tín, tær skulu varrar mínar lova.v5Soleiðis vil eg teg signa allar lívsdagar mínar, í navni tínum eg hevji mínar hendur.v6Sum av mergi og fiti skal sál mín mettast, við fegnum vørrum skal mín muður tær lova,v7tá ið eg teg minnist á legu míni, hugsi um teg á náttarvøkum.v8Tí at tú mær hjálp ert vorðin, í skugga veingja tína eg fegnist.v9Sál mín ei víkur tær frá, tín høgra hond heldur mær uppi.v10Men hinir liggja mær eftir lívi, teim sjálvum til skaða, í niðasta dýpi undir jørð teir skulu søkka;v11teir skulu verða givnir svørði í vald og verða veiði hjá vargum.v12Men kongurin skal gleðast í Guði, hvør, ið svør við hann, skal fegnast, tí lygnaranna muður skal teppast.