|
Sálmarnir 64 v1Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi.v2Hoyr, Guð, mína reyst í míni klagu, lív mítt varða frá fígginda ræðslum!v3Mær bjarga frá níðinga felagi, frá illgerðarmanna flokki,v4ið gera sína tungu sum svørðsodd hvassa, leggja eiturorð sum ørvar á boganv5fyri í loyndum at ráma sakleys fólk, ráma tey óvart og uttan at óttast.v6Teir saman styrkjast í óndari ráðgerð, ráða av, hvussu í loyndum teir snerrur skulu leggja, og hugsa: «Hvør man tað síggja?»v7Teir illgerðir hava í ráði. «Vit eru lidnir, væl er til ráða fingið.» – Djúpt er lyndi og hjarta í manni!v8Men Guð man teir raka við ørvum sínum, dáttliga verða teir særdir;v9vegna tungur teirra munnu teir falla. Øll, ið síggja teir, munnu rista við høvdi.v10Allar menniskjur munnu óttast og boða Guðs dáð og verkum hans taka eftir.v11Í Harranum vilja rættvísir gleðast og søkja hjá honum skjól, fegnast vilja rættsintir allir. |