|
Sálmarnir 65 v1Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi, ein songur.v2Tær sømir, Guð, lovsongur á Zion, tær verða lyfti goldin.v3Til tín, ið hoyrir bønir, kemur allur heimur.v4Várar misgerðir vóru mær ov svárar, men tú fyrigavst okkum syndir várar.v5Sælur er hann, ið tú velur og letur koma nær at búgva í forgørðum tínum, so at vit lívgast av tí góða í húsi tínum, tínum heilaga templi.v6Tú okkum bønhoyrir við undurfullum verkum í rættferð, várar frelsunnar Guð, tú, ið skjól ert fyri teirri víðu verøld, fyri fjarløgdum strondum.v7Tú fjøllini festir við mátti tínum, gyrdur við veldi.v8Tú havódn stillir, bylgjanna bralan og fólkanna óljóð,v9so at tey, ið búgva við jarðarinnar enda, tíni undur óttast. Sólarris og sólarlag tú letur syngja.v10Tú landið hevur vitjað og latið lívgast, tað signað stórum. Guðs løkur er fullur av vatni. Tú letur korn teimum búgva til, tí til tess tú landið gert skikkað;v11tú tess foyrur vætir, tess veltur slættar, við ælum tær bloytir, signar tess gróður.v12Tú hevur krýnt títt góðskunnar ár, tíni vegaspor dryppa av fiti;v13á heiðum fløturnar flóta, hagarnir gyrðast við frøi;v14líðirnar klæðast við seyðum, dalarnir fyllast av korni; tey leika og syngja! |