|
Sálmarnir 66 Til songmeistarans, ein songur, ein sálmur. v1Fegnast fyri Guði jarðarríkið alt,v2syngið um navns hans heiður, syngið dýrd hans lov!v3Sigið við Guð: «Hvør ræðandi eru tíni verk! Vegna mátt tín og veldi vilja fíggindar tínir tær hugnast.v4Fyri tær nígur jarðarríkið alt, tey lova tær, hálova tínum navni.» Sela.v5Komið og lítið at stórverkum Guðs, í sínum gerðum óttandi fyri menniskjunnar børn!v6Hann gjørdi havið um til turt land, so til gongu tey fóru gjøgnum streymin; har vit í honum vóru fegin.v7Við veldi sínum ævir allar hann ræður, eygu hans fólkini varða, so teir tvørsintu skulu ikki reisast. Sela.v8Lovið, tjóðir, Guði várum, latið hoyrast ljóð av lovsongi hans!v9Hann, ið lív okkum gav og varðar fót okkara frá at snáva.v10Tí, Guð, tú rannsakaði okkum, reinsaði okkum, sum tey reinsa silvur.v11Tú førdi okkum inn í trongd, legði byrðar á okkara lendar.v12Tú lætst fólk traðka okkum á høvur, vit fóru gjøgnum eld og vatn; men tú førdi okkum út í frælsi.v13Eg komi í hús títt við brenniofrum, eg vil halda míni heiti til tín,v14tað, ið mínar varrar hava lovað og mín muður talaði í míni neyð.v15Eg beri tær offur av feitineytum, við offurroyki av veðrum; eg lati bæði oksar og havrar. Sela.v16Komið og lýðið á! Latið meg greina, øll tit, ið óttast Guð, hvat hann hevur sál míni gjørt!v17Við mínum munni eg rópti á hann, meðan lovsongur var mær undir tungu.v18Hevði eg hugsað um ilt í hjarta mínum, tá hevði Harrin meg ikki hoyrt.v19Men hoyrt hevur Guð, hevur lýtt á mína bønligu rødd.v20Lovaður veri Guð, ið ikki synjaði fyri míni bøn og ikki tók frá mær miskunn sína! |