Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 67
v1Til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur, ein songur.
v2Guð okkum náði og okkum signi, hann lati andlit sítt yvir okkum lýsa, Sela,v3at vegur tín má verða kunnur á jørð, alra fólkanna millum tín frelsa!v4Fólkini skulu tær lova, Guð, fólkasløg øll tær lova.v5Tjóðir skulu gleðast og fegnast, tí at tú dømir fólkini rætt, leiðir mannaættir á fold. Sela.v6Fólkini skulu tær lova, Guð, fólkasløg øll tær lova.v7Landið hevur givið grøði sína, og Guð, vár Guð, vælsignar okkum.v8Guð okkum vælsignar, og allir heimsins endar skulu hann óttast.