|
Sálmarnir 68 v1Til songmeistarans; av Dávidi; ein sálmur, ein songur.v2Guð reisist, hans fíggindar sundrast, hans hatarar flýggja fyri ásjón hans;v3sum roykur rekur burtur, tú teir rekur burtur, sum vaks, ið bráðnar í eldi, fara vándir til grundar fyri ásjón Guðs.v4Men góðir gleðast, fyri ásjón Guðs teir fegnast, gleðast í stórari frøi.v5Syngið fyri Guði, lovsyngið navni hans, leikið fyri honum, ið á skýggjum fer fram, hvørs navn er Harrin, fegnist fyri ásjón hans!v6Faðir at faðirloysingum, verji hjá einkjum, er Guð í sínum heilaga bústað;v7Guð førir einsligar aftur at heimi, leiðir út fangar til eydnu, eina tvørsintir mega í oyðimørkum búgva.v8Ta ferðina, Guð, tú tínum fólki á odda fórt út og gekst eftir heiðum, Sela –v9tá tók jørð at skelva, og himin dreyp fyri Guði, fyri ásjón Guðs, Ísraels Guði.v10Ríkligt regn gevur tú, Guð, tíni ogn, tú styrkir tey móðu og troyttu.v11Tað land, har sum fólk títt býr, í tíni góðsku, Guð, tú armingum reiðir til.v12Harrin heldur síni orð, stórt er liðið av konum, ið sigursboð bera:v13«Herskaranna kongar flýggja, ja flýggja, hon, ið heima situr, lutar herfong sundur.v14Á dúgvuni vórðu veingirnir lagdir við silvuri, hennar fjaðrar við gulgrønum, glitrandi gulli.v15Tá hin alvaldi spjaddi kongarnar, var tað, sum tá ið tað kavar á Zalmon.»v16Guðs fjall er Básjans fjall, tindamikið fjall er Básjans fjall.v17Hví eru tit øvundsjúk, tindamiklu fjøll, á tað fjall, sum Guð hevur kosið til bústað, og har hann vil búgva allar ævir?v18Guðs hervagnar vóru í tíggju túsunda tali, túsund og uppaftur túsund. Av Sinai kom Harrin í dýrd.v19Tú til himna fórt upp, førdi herfong av fangum, menniskjur tókst tú sum gávur; eina tvørsintir skulu hjá Harranum Guði ei búgva.v20Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Guð, ið er frelsa vár. Sela.v21Guð er okkum frelsunnar Guð, hjá Harranum er útgongd frá deyða.v22Men Guð slær sundur høvur fígginda sína og hvirilin á misbrotamonnum, ið frekir ganga í syndum sínum.v23Mælt hevur Guð: «Frá Básjan eg flyti teir aftur, flyti teir aftur frá havsins dýpi,v24at tín fótur má vaða í blóði, og tungur hunda tína av fíggindunum fáa teirra part.»v25Skoðið skrúðgongu Guðs, skrúðgongu Guðs míns, kongs míns, í heilagleika!v26Fyri ganga sangarar, aftaná koma leikarar, í miðjuni jomfrýr, ið bumbur sláa:v27«Lovið í samkomum Guði, Harranum á hátíðum Ísraels!»v28Har er lítli Benjamin, einkarbarn hans, Júda høvdingar við miklum liði, Zebulons høvdingar, Naftali høvdingar.v29Bjóða út veldi títt, Guð! Fest, Guð, tað, ið tú fyri okkum hevur gjørt!v30Vegna halgidóms tíns í Jerúsalem tær skulu kongarnir bera gávur.v31Hótta tú djórið í sevlendinum, tarvanna fylgi og fólkanna drotnar, so fyri tær tey níga við silvurstykkjum! Sundra tey fólk, ið bardagar elska!v32Stórmenn skulu koma úr Egyptalandi, Blálond skulu brádliga rætta hendur til Guðs.v33Tit ríki á jørð! Syngið fyri Guði, syngið Harranum lov!v34Leikið fyri honum, ið fer um teir avgomlu himnanna himnar, ið letur rødd sína ljóða, sína veldigu rødd!v35Veitið Guði æru! Yvir himni er dýrd hans, millum skýggja er veldi hans!v36Øgiligur er Guð í halgidómi sínum. Ísraels Guð tað er, ið gevur mátt og megi fólki sínum. Lovaður veri Guð! |