Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 69
v1Til songmeistarans; til liljurnar; av Dávidi.v2Bjarga mær, Guð, tí vøtnini vilja meg køva!v3Eg eri sokkin í botnleyst díki, og einki er fótafesti. Eg eri farin í vatndýpið niður, og flóðin yvir meg skolar.v4Eg havi rópt meg móðan, mínir kvørkrar brenna, míni eygu eru tærd av at bíða eftir Guði mínum.v5Fleiri enn hárini á høvdi mínum eru teir, ið meg hata uttan grund, fjølmangir vilja meg týna, fyri onga søk eru fíggindar mínir; tað, ið eg ikki havi tikið, má eg bøta.v6Guð, tú kennir mistak mítt, mínar syndir eru ei duldar fyri tær!v7Lat ei teir, ið líta á teg, verða til skammar av mær, Harri, herskaranna Harri. Lat ei teir, ið leita til tín, verða skemdar av mær, Ísraels Guð!v8Tí fyri tína skuld beri eg háðir, hevur skomm mítt andlit fjalið.v9Ein fremmandur eri eg vorðin brøðrum mínum, ein ókunnigur sonum móður mínar.v10Tí ídni fyri húsi tínum hevur etið meg upp, og teirra spott, ið teg spotta, er komið niður á meg.v11Tá ið sál mín græt undir føstuhaldi, varð tað til vanvirðu fyri meg.v12Tá ið eg skifti um klæði við sorgarbúna, varð eg eitt orðtak hjá teimum.v13Tey, í liðunum sita, tala um meg, í drykkjuveitslum kvøða teir um meg!v14Men eg komi til tín í bøn, Harri, lat náðistund upprenna, Guð! Fyri stóru miskunn tína bønhoyr meg í frelsandi trúfesti tíni!v15Hjálp mær úr díki, at ikki eg søkki! Drag meg úr havdýpi upp!v16Lat ikki bylgjurnar yvir meg skola, lat ikki dýpið meg gloypa, lat ikki hellið yvir mær lokast!v17Bønhoyr meg, Harri, tí góð er náði tín, vend tær til mín av tíni stóru miskunn!v18Fjal ikki andlit títt fyri tænara tínum, tí eg eri staddur í vanda, skunda tær og bønhoyr meg!v19Kom til mín og loys út mína sál, frels meg fyri mína fígginda sakir!v20Tú kennir mína skomm, mítt spott og spæ, fyri tínum eygum eru fíggindar mínir allir!v21Háð hevur brotið mítt hjarta, ógrøðandi eru míni sár! Eg væntaði eymkan, men eingin var, eg væntaði uggan, men onga eg fann.v22Teir rættu mær malurt til mat, fyri tosta teir góvu mær edik at drekka.v23Lat dúkin fyri framman teimum verða teimum snerra, teirra gildisoffur haft um fótin!v24Lat eygu teirra slokna og blindast, lat lendar teirra altíð riða!v25Oys út tína ilsku yvir teir, lat tína gløðandi vreiði teir ráma!v26Lat teirra bústað verða oydnan, teirra tjøld uttan íbúgvar!v27Tí at teir elta teir, ið tú hevur sligið, økja pínu teirra, ið tú hevur gjøgnumstungið!v28Legg sekt aftur at teirra sekt, lat teir ikki sleppa inn til rættvísi tína!v29Lat teir verða strikaðar úr lívsins bók, og ikki verða skrivaðar teirra rættvísu millum!v30Men eg, armi og eymi, mær skal frelsa tín bjarga, Guð,v31so at eg kann prísa Guðs navni við songi, hálova tær við takkarljóði!v32Og betur líkar Harranum hetta enn oksar, enn ungneyt við hornum og kleyvum!v33Síggið tað, armir, og gleðist! Tit, ið søkja Guð, takið mót í hjartað!v34Tí at Harrin teir neyðstøddu hoyrir, sínar fangar hann ikki vanvirðir.v35Himin og heimur skulu geva honum lov, havið og alt, sum rørist harí.v36Tí at Guð gevur Zion frelsu og byggir upp Júda staðir, tey skulu búgva í teim og teir fáa í ogn.v37Og avkom tænara hans skulu teir arva, og teir, ið elska hans navn, har hava búgv.