|
Sálmarnir 7 v1Ein Sjiggajon av Dávidi, sum hann sang fyri Harranum vegna orð Kusj Benjaminita.v2Harri, Guð mín, eg troysti á teg! Hjálp mær frá hvørjum, ið vil mær ann, og bjarga mær,v3so hann ikki sum vargur skal slíta og skræða mína sál, og eingin er, ið bjargar.v4Harri, Guð mín, havi eg gjørt hetta, er órættur í mínum hondum,v5havi eg gjørt honum ilt, ið mær unti væl, havi eg uttan orsøk volt fíggindum mínum skaða,v6so lat fíggindan elta mína sál og taka hana aftur, traðka lív mítt til jarðar og leggja mína æru í mold! Sela.v7Statt upp, Harri, í vreiði tíni! Rís móti illskapi fígginda mína! Vakna mær til hjálpar, tú, ið rætt hevur skipað!v8Fólkanna skari fylkist um teg! Far yvir honum aftur til himna upp!v9Harrin heldur yvir fólkum dóm. Døm meg, Harri, eftir rættvísi míni og sakloysi.v10Lat tó illskap teirra gudleysu helma í! Veit hinum rættvísa styrk! Tí tú ert tann, ið kannar hjørtu og nýru, ein rættvísur Guð.v11Mín skjøldur er hjá Guði, ið teim rættsintu bjargar.v12Guð er ein rættvísur dómari, ein Guð, ið ilskast hvønn dag.v13Tá ið hann aftur brand sín brýnir, bogan spennir og ger hann til reiðar,v14hevur hann sjálvum sær banavápn búgvið til, tær ørvar, hann brennandi ger.v15Sí, avynnu ber hann í heim; hann gekk við illgerð og føðir svik.v16Hann gróv eina grøv og hana dýpti, men sjálvur fellur hann í ta grøv, hann gjørdi.v17Illgerð hans kemur aftur yvir hans egna høvur, yvir hviril hans legst hans órættur niður.v18Eg Harranum prísi eftir rættvísi hans, lovsyngi navni Harrans, hins hægsta. |