Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 70
v1Til songmeistarans; av Dávidi; til minnisofrið.v2Kom mær at bjarga, Guð, Harri, skunda tær mær til hjálpar!v3Skomm og skemd veri teimum fyri, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir undan víkja og verða til skammar, sum í ólukku míni hava fragd!v4Lat teir víkja fyri skemdarverki teirra, teir, ið hava á munni: «Há, há!»v5Lat teir fegnast og gleðast í tær, allar, ið søkja til tín! Lat teir, ið elska frelsu tína, allar tíðir siga: «Hálovaður veri Guð!»v6Eg eri armur og eymur, kom tú brátt, Guð, til mín! Tú ert hjálp mín og frelsari mín, Harri, ikki tú dvølji!