|
Sálmarnir 72 Av Sálomoni v1Guð, veit konginum dómar tínar, kongasyninum rættvísi tína,v2at hann títt fólk kann døma av rættum, armingar tínar við sáma!v3Tá munnu fjøllini bera fólkinum eydnu, og heyggjarnir rættferð.v4Hann fyri fólksins armingum syrgir, hann fátækum hjálpir, valdsmenn týnir.v5Tá man hann liva so leingi, sum sólin sær, og mánin lýsir ætt eftir ætt.v6Hann man falla sum døgg á grasið, sum æl, ið jørðina væta.v7Á døgum hans man rættferð blóma, og vælferð vaksa yvir alt mál.v8Og hann man ráða frá havi at havi, frá Ánni at jarðarinnar marki.v9Fyri fótum hans munnu hans fíggindar níga, og hans mótstøðumenn sleikja dustið.v10Kongar frá Tarsis og fjarløgdum strondum munnu gávur honum bera. Kongar av Sába og kongar av Sjeba munnu skattir gjalda;v11og allir kongar fyri honum níga, øll fólkasløg honum tæna.v12Tí at hann bjargar tí fátæka, ið rópar eftir hjálp, arminganum og honum, ið ongan góðan hevur.v13Hann eymkar tey vesælu og veiku og hjálpir fátækra sálum.v14Hann sálum teirra bjargar frá valdi og meini, blóð teirra dýrt er í eygum hans.v15Tí munnu tey í heilum biðja fyri honum, hvønn ein dag hann vælsigna.v16Tá man um landið og fjallanna tindar vera nøgd av korni, øksini súsa sum Libanons skógir; og fólkið í staðinum nørist sum á markini grasið.v17Hann vælsignaður verður allar ævir; alt meðan sólin er til, man navn hans standa. Øll fólkasløg munnu seg signa í honum, allar ættir munnu hann sælan prísa.v18Lovaður veri Harrin, Guð, Ísraels Guð, ið undurverk ger eina!v19Lovað veri hans dýra navn allar ævir, av dýrd hans veri allur heimurin fullur! Amen, amen! v20Bønir Dávids, Ísai sonar, eru á enda. |